Nøktandi roknskapur hjá Varðanum Pelagic

Nú marknaðarviðurskiftini aftur eru vanlig, væntar stjórin á Varðanum Pelagic eitt betri úrslit í ár enn í fjør.

Nú marknaðarviðurskiftini aftur eru vanlig, væntar stjórin á Varðanum Pelagic eitt betri úrslit í ár enn í fjør.

 

2013-roknskapurin hjá Varðanum Pelagic er júst almannakunngjørdur, og vísir hann eitt avlop eftir skatt á 33 milliónir. Virkið rindaði slakar níggju milliónir krónur í skatti. Bruttoúrslitið var góðar 130 milliónir krónur, og eginognin hjá fyritøkuni var 136 milliónir krónur við árslok.

 

170 fólk starvast á virkinum, og til samans fingu tey 58 milliónir krónur í løn í fjør.

 

Bogi Jacobsen, stjóri, sigur við Sosialin í dag, at hann heldur úrslitið vera nøktandi, tó at tað er minni, enn mett var í 2012.

 

– Umframt verri prís, so kostaði ES-stongsulin okkum eina rúgvu av pengum í eyka fraktkostnaði. Eina tíð var russiski marknaðurin eisini stongdur fyri okkum, so har var nógv, ið gekk ímóti. Sæð í tí ljósinum, kunnu vit ikki vera ónøgd. Uppgerðir hjá Vørn vísa eisini, at vit við undantaki av einari einstakari landing, altíð góvu besta prísin fyri rávøruna, sigur Bogi Jacobsen.

 

Nú marknaðarviðurskiftini eru vanlig aftur, væntar hann eitt betri úrslit í ár enn í fjør, tó at bæði  makrelkvotan og sildakvotan eru minkaðar.

 

2013 var fyrsta heila roknskaparárið hjá Varðanum Pelagic. Virksemið byrjaði í 2012, tá bert fimm mánaðir vóru eftir av árinum. Bruttoúrlsitið í 2012 var 44 milliónir krónur.