Fyrrapartin í gjár var ein rímiliga long røð av bilum við Effo-støðina á Sandi.
Tað vísti seg nevniliga, at nú bar til aftur at bunkra blýfrítt bensin, og tað eydnaðist nøkrum at gera sær dælt av hesum.
- Skjótt frættist í bygdini, at nú var opið aftur og bilførarar, sum hava bilar, ið brúka bensin, skundaðu sær í kø.
In.fo hevur skift orð við ein, sum bíðaði nakað aftarlaga í bilrøðini. Hetta var stutt fyri klokkan 11.30 í gjár.
- Men, eg gjørdist ov seinur. Tá eg kom fram til pumpuna, var støðin aftur stongd fyri bunkringum, sigur bilførarin.
Av Sandi verður sagt, at tað eydnaðist tó nøkrum, sum skjótt varnaðust, at nú var opið aftur, at fáa upp í fullan tanga av bensini.
Vit kunnu leggja aftrat, at bæði Effo-støðin og Magn-støðin á Sandi eru mannleysar og sjálvvirkandi.