Móti endanum av 1993 var Fossbankin ikki til longur. Bankin var stovnaður í 86, tey árini, minsta tjóðin í norðanlondum upplivdi eitt av teimum heilt stóru boomunum, so væl innanfyri fiskivinnuna sum innan byggivinnuna. Svend Åge Ellefsen, Mortan Johannesen, Heri Mortensen og &, allir fingu sær skip í 100- millión klassanum, og tá tey fóru á heysin, fekk skattgjaldarin rokningina. Orðið fiktift vann sær hevdsrætt í okkara málið tey árini, og man kann siga, at fiktiv skip, bíløgd av fiktivum reiðarum, blivu send avstað at veiða meir og minnið fiktivan fisk. Eisini fiktivir byggningar reistu seg upp úr træðum keyptar og seldar fyri fiktivar prísir. Hvørt einasta kraddaragen í landinum var aktivera. Helgi Fossádal, stjórin í fyrrverandi Fossbankanum, var onki undantak. Við góðum innliti í tí herligu forrætning ein banki er, tevjaði hann møguleikan at tjena eitt sindur meira av peningi enn tær krónur, ein pylsuvognur ella kanska ein kiosk kasta av sær.
Okkara neyðars tjóð bleiv tey árini tveitt fyri føturnar á teimum frælsu marknaðarkreftunum. Og ongin politisk makt royndi at steðga ella at tálma útviklingini. Tvørturímóti. Tey, sum í dag geyla um at fáa innlit í alskins bankaskjøl, rasaðu í 80?árunum móti fólkið, ið diddaðu sær at skíra kalkuleringarnar hjá Sjóvinnubankanum, Føroya Banka og hjá teimum útlendsku kredittfeløgunum, fyri undirgravandi virksemið. Marknaðurin reguleraði seg sjálvan, var boðskapurin hesi høvdu at bera føroysku tjóðini. Men tey tosaðu ikki satt. Ella sagt eitt sindur brutalari, tey vóru full av lygn. Marknaðurin reguleraði ikki seg sjálvan. Eitt heilt samfelag fór meir og minni í knús, tí marknaðurin ikki megnaði ta uppgávuna.
Til valgið í 94 vóru veljararnir somikið frægir, at teir vrakaðu umleið helvtina av løgtingspolitikarunum. Hví teir ikki eisini vrakaðu flokkarnar, ið høvdu skapt og programera hesar politikarar, tað kann tykjast heldur inkonsikvent. Nú skriva vit so 1998, og tað sær ikki mætari út, enn at gamla teaturútgerðin frá 80?árunum, er borin inn aftur á pallin. Hóast summir leikarar eru nýggir, so sýnist tað ikki at vera nakar trupulleiki hjá teimum at spæla við í leikinum, um tað býttastu tjóðina í norðanlondum. Vit skulu hava tunnil bæði undir Vestmannasund og Lorvíksfjørð. Fyri ein hampa skattalætta lótu limirnir hjá undanstøkkinginum Óla Jacobsen seg keypa, og syndraðu sundur ta natúrligu, men skroypiligu føroysku solidaritetskensluna. Skelkandi sjónvarpssendingarnar hjá Høgna Hoydal um bankamálið, hava fyribils fingið tann meira ivasama partin av sjálvstýrisrørðsluni at spretta, men blomstrini eru svørt og hava hvassar tornir.
Og við nýggjari styrki herjar privatiseringssóttin. Alt, ið bara luktaði av tí almenna, setti hin spakmælti skaðafuglurin Sámal Petur í Grund sær fyri at syndra. Nakra sakliga grundgeving fyri at privatisera skotlandssiglingina, sum Strandferðslan yvir eitt drúgt áramál hevði bygt upp, var ikki til. Vit síggja eisini úrslitið. Sambart fjølmiðlunum, er tað bara ein spurningur um tíð, so er tann farleiðin inn á meginlandið farin í søguna. Postverkið skal eisini privatiserast. Til hvat? Fyri aftur at reisa ein gravstein yvir eina almenna fyritøku? Næst á ynskiseðlinum hjá kraddunum, er kongsjørðin. Tey hampuliga stóru almennu festini, sum í dag eru høvðusstuðulin undir Mjólkavirkið Búnaðarmanna, skulu avreiðast til spekulasjónsjørð. Einastu grundgevingarnar vit hoyra, er at í prinsippinum eigur alt vinnulív at vera privat. Men hvør hevur uppfunnið tað prinsippi? Er tað kanska hin fingralangi formaðurin í vinnunevndini, Jørgen Niclasen? Ella eru tað onkrar higartil ókendar, heilagar skriftir, ið prædika tað prinsippi? Nei. Eitt djúpt hatur til alt ið ber brá av sosialismu, tað er tann einfalda og andstyggiliga orsøkin!
Men hitt kanska mest symptomatiska teknið uppá forfall yvirhøvur, er at pressan er farin at busta støv av politiskum ódugnakroppum, sum fólkið langtsíðani hevur vrakað. Eg trúði, at eg hoyrdi yvir meg, tá føroyameistarin í undirhøkum, Jógvan Sundstein, slapp í Útvarpið at tosa um okkara nýggju stýrisskipan. Tann maðurin hevur havt sína tíð, og ríkiliga tað. Og hví Sosialurin tann 18. december letur Helga Fossádal spæla leiklutin sum fíggjarligt orakul, heldur ikki tað skilji eg rættuliga. Einastu niðurstøðuna sum eg dugi at draga burturúr hesum ørskapinum, er at kreppan er í góðum hondum.
Men tað higartil mest sjáldsama, ella í hvussu so er, mest orginala úrslitið av føroysku kreppuni, hongur í dag norðuri í Haldarsvíkar kirkju. Tað er tann fimm metur breiða, og góðar tvær metur høga altartalvan sum Helgi Fossádal fekk listamálaran Tórbjørn Olsen at mála. Motivið er rættiliga tradisjonelt. Hin heilaga kvøldmáltíðin. Málningurin er gjørdur av einum manni, ið dugir sítt handverk. Tórbjørn Olsen hevur málað vakra kristiliga propagandu, og uttan iva er altartalvan til gleði og uppbygging fyri tey, ið mistu pengar, tá bankin fór av knóranum. Men eg haldi ikki, at tað ber til at lesa nakra djúpa religiøsa kenslu burturúr málninginum. Víst er talan um eitt vakurt verk. Men er vakurleikin so altavgerandi? Finnast tað ikki onnur listalig kriteriðir enn vakurleikakriteriði? Sum meginparturin av kirkjulist, so er her talan um eina religiøsa symbolparadu, ella beinari, um eitt kopi av eini symbolparadu eftur Michelangelo. Lýsingina av Judas Iskariot haldi eg vera hin mest væleydnaða. Døkki yvirkroppurin við sínum kreptu ørmun, minnir um forbeinini á eini sperdari rottu, tilbúgvin at leypa á. Lýsingin av Jákup eigur eisini nakað av passión í sær. Men hinir apostlarnir kennast heldir fátækir og einstáttaðir. M.a. undirritaði, ið legði andlit til navnan Jóhannus. Eftur mínum tykki hevur Tórbjørn Olsen ikki megnað at givið teimum nógmikið av sálarligari dýpt, og hetta er eitt álvarsligt lýti fyri eitt verk, við heilagu kvøldmáltíðini sum fyrimynd. Uttan innarligheit, verður eitt slíkt verk ein tóm symbolparada. Berur vakurleiki gerst sum frálíður hitt størsta úttrykkið fyri tómleika. Ja, so paradoksalt sum tað kann ljóða, er nettup vakurleikadyrkanin eitt slag av vindstilli, ið forðar listini at falda út sínar sterku og trefsaðu veingir.
Føroyar er eitt lítið samfelag, og kenslur, sum hava við skuld og skomm at gera, upplivast her við einum intensiteti, ið lættliga gevur kenslunum eitt sjúkligt yvirbragd. Í hvussu so er, tá talan er um toliliga kultiveraði menniskju, soleiðis sum eg meti Helga Fossádal at vera. Maðurin er samansettur, líkist ikki akkurat teimum vanligu føroysku tálg-bukku-missións-kapitalistunum, og í nógv ár hevur hann verið eitt slag av tænastumanni fyri føroyska málningalist. Eg giti, at altartalvan norðuri í Vík hevur eitt ávíst samband við hansara skuldarkenslu.
Í áðurnevndu samrøðuni við Sosialin, sigur Fossádal, at tað var Privatbankin, sum longu í 88 fekk Fossbankan at reka ein varnan útlánspolitikk. Uttan iva er tað rætt. Men tað var ikki Privatbankin, ið stovnaði Fossbankan! Líka lítið sum danir bera skuldina av øllum trolarunum ið fóru á heysin, so er tað heldur ikki Privatbankin, ið ber ábyrdina av at viðskiftafólkini hjá Fossbankanum mistu 30 prosent av síni uppsparing. Høvuðsábyrgdina av tí ber Helgi Fossádal. Hann lat seg tøla av tí stóra boominum miðskeiðis í áttatiárunum, og fyri at bøta eitt sindur um skaðan hann var upphavið til, giti eg, at hann hevur latið kirkjuni norðuri í Haldarsvík altartalvuna.
Er mín hypotesa skeiv, so biði eg Fossádal um umbering. Er tað hin vegin á toliligari leið, tað sum eg skrivi, so hava tankarnir hjá Fossádal trúliga sveima í somu rásum, sum tankarnir hjá eitt nú frú Leonie Sonning, tá hon í 1959 stovnaði Sonningprísin til minnis um íbúðarhávin, hon hevði verið gift við. Og eg trúgvi eisini, at tankarnir hjá Fossádal líkjast teimum, sum Alfred Nobel gjørdi sær, tá hann í 1895 skrivaði sítt víðagitna dynamitttestamenti. Tá teir ikki sloppu í søguna sum filantropar, so keyptu teir sær bara eitt pláss í søguni. Men Helgi Fossádal er ikki í sama peningaliga vektklassa sum Sonning ella Nobel. Meðan teir fingu sær eitt meira makiligt sitipláss í søguni, bjargaði Fossádal sær eitt standipláss, og í dag hongur hin heilaga kvøldmáltíðin norðuri í Haldarsvíkar kirkju.
So kann onkur ið hveppir seg við hørð orð kanska spyrja, um tað er nøkur orsøk til at háða mannin. Jú, tað haldi eg so avgjørt, at tað er. Tann dagin, tað ikki longur er orsøk til at háða yvirstættina, so er okkurt heilt galið hent í verðini. Men hesar hugleiðingarnar um politisku støðuna og um altartalvuna, eru ikki fyrst og fremst skrivaðar fyri at háða. Eg havi m.a. tað felags við ein stóran part av føroysku tjóðini, at eg líði av eini djúpari indignasjón, ein kensla, sum í summum førum hevur útvilkað seg til reint hatur. Bæði móti míni egnu og fólksins politisku vanmegd, men fyrst og fremst móti teimum kreftum, ið eru farnar so illa við Føroyum. Var eg trúgvandi, hevði eg biði Gud um at sissa meg, ella í hvussu so er um sent eitt rák av mildni inn í sálina.
Men nettup tað at leggja orð á indignasjónina, er eitt slag av trygdarventili. Og um man so onki annað hevur at siga um listina, so er tað eitt av hennara vælsignilsum, at vera trygdarventilur hjá fólkið við hørðum kenslum, ella sum líða av meira og minnið vælgrundaðari paranoia.
Men eitt sum listarfólk ikki mugu gloyma, er at í byrjanini var listin. Síðani komu Sonning, Tate, Nobel, Guggenheim og Helgi Fossádal. Og teir skulu vera vælkomnir. Øll, ið bera alsk til listina, líkamikið hvørji teirra motivir eru, tey skulu vera vælkomin. Men listarfólk mugu ikki leggja seg undir mesænana meir og minnið tíðartreytaða smak. Annars slepst aldrin burturúr hesi dyrkanini av tí reina, siðiliga, nossliga og vakra, ið hóttir við at kvala okkum, og fyllir listaheimin við óerligheit. Man hevur stundum lyndi til at gloyma, at listin er ikki ein avbyrgdur heimur við privatum lungum. Akkurat sum reiðaranir í 80?árunum høvdu sínar slangur liggjandi niðri í Landskassanum, soleiðis hevur listin sínar slangur liggjandi inn í lívið. Sjálvandi hevur listin sínar egnu lógir. Tað hava allar disciplinir. Men gloymir listafólkið samtíðina, ja so gloymir samtíðin eisini tey.
Tað er í hvussu so er tað vanliga. Men í Føroyum er broyting komin í hugtakið samtíðarlist. Ein føroysk bók skal helst smakka og lukta av 80-90 ára gomlum laka, áðrenn hon verður góðtikin. Allar hesar ættar- og bygdasøgurnar, hava í veruleikanum sett seg sum ein stóran propp í okkara litterera tarmsystem. Nakað undan jólum fingu vit at vita, at okkurt um 4000 føroyingar eiga eitt sindur av genunum hjá Nólsoyar Pálli í sínum kjøti. Allir fjølmiðlarnir vartaðu upp við hesum, eftur øllum at døma sensationellu tíðindum. Men hvat skulu vit gera við allar hesar forbannaðu genirnar, sum eftirhondini hava fingið religiøsan status? Tann politiski hugburðurin sum okkum tørvar, hann hevur onki við genir at gera. Tann hugburðurin má skapast. Fyri at fáa okkara tjóð aftur á føtur, mugu vit m.a. evna tað torføra kynstri, at sópa fyri egnum durum, og fyri alt í verðini mugu vit gevast við at grenja. Tí í veruleikanum, so eru vit blivin nulpunktið í norðanlondum, ein bagatell sum ongin tekur fyri fult. Og hóast vit so dekoreraðu bagatellina við 10.000 ættarsøgum, so broytir tað snøgt sagt onki!
Hinvegin kenni eg meg ikki so vissan í, hvat tað er fyri heilivágur ið skal til, fyri at broyta hesa støðuna. Fyri 10-15 árum síðani hevði eg kanska kent svarið, men í dag ivist eg. Ella sagt meira neyft, so hveppi eg meg við at varta upp við góðum ráðum. Kortini vil eg siga, at vit mugu knýta okkum at teimum gróðrarríku tradisjónunum, sum m.a. franska kollveltingin skapti. Okkara egna tjóðskaparrørsla loysti eisini úr lagdum skapandi mátt, bæði av politiskum, listaligum og vinnuligum slagi. Vit eru ikki tilvildarliga stroydd út yvir jørðina. Vit eru partur av eini drúgvari útvikling. Men nógvar eru søgurnar um menn ið hava brotið kumpassina, og drukki sprittið. Tað ber til at villast, og ikki minst í eini tíð, sum meir og minni frívilliga hevur offrað seg á altarinum hjá teimum frælsu marknaðarkreftunum. Men livilíkindini í Føroyum eru ikki verri enn aðrastaðni. Vit mugu byrja at takað okkum sjálvi meira í álvara. Tástani kunnu vit kallað okkum tað 6. norðurlendsku tjóðina.