Nógv deyð í brennandi bussi í Týsklandi

Ein týskur ferðafólkabussur rendi saman við ein lastbil á motorvegnum.

Ein týskur ferðafólkabussur rendi saman við ein lastbil á motorvegnum.

 

Ein ferðafólkabussur úr Sachsen er uppkolaður, og nógv fólk í bussinum eru deyð. Tað váttar ein talsmaður hjá Angelu Merkel, kanslara.

 

Tað var eftir ein ógvusligan samanstoyt millum ein buss og ein lastbil, at eldur kom í bussin á motorvegi A9 í Oberfranken í landssynningspartinum av Týsklandi.

 

30 eru bjargað úr bussinum – øll við skaða.

 

18 fólk hava verið saknað síðani vanlukkuna klokkan 7 í morgun. Løgreglan heldur, at tey eru deyð í brennandi byussinum.

 

Sambært týsku dpa tíðindastovuni kom stóð bussurin í ljósum loga eftir samanstoytin við ein lastbil. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, er sambært talsmanninum hennara, Steffen Seibert, skelkað av hendingini.

 

– Tankar okkara fara til offrini og familjur teirra og til tey særdu. Vit vóna, at tey, sum eru bjargað, koma fyri seg aftur, sigur Seibert.

 

46 ferðafólk og tveir førarar vóru í bussinum, upplýsir løgreglan. Fólk á staðnum hava ikki reiðiliga greiðu á nøkrum persónum.

 

Allan fyrrapartin hevur løgreglan borið ótta fyri, at tey eru deyð í brennandi bussinum.

 

Fyrr í morgun var hildið, at 17 fólk vóru saknað, og 31 vóru særd. Hesi tøl hevur løgreglan í Oberfranken síðani justerað. Myndir av staðnum (sum síggjast niðánfyri) vísa, at vrakið er púrasta útbrent. Sambært dpa er tað bussurin, har bara beinagrindin av skrokkinum sæst.

 

Bjargingarátakið hevur verið sera stórt. 200 bjargingarfólk hava verið á staðnum, skrivar Bild. Fleiri tyrlur lendu á motorvegnum.

 

Motorvegurin A9, sum bindur saman størstu býirnar í Týsklandi, Berlin og München, er stongur báðar vegir.

 

Tað skilst á sosialum miðlum, at stórar røðir standast av, at vegurin er stongdur. Akførini verða víst til landavegir við í grannalagnum.

 

/ritzau/