Nógv doyðu í eldi í náttklubba í India

Sambært indiskum miðlum sprongdist ein gassfløska, og eldur kom í náttklubban

Í minsta lagi 25 fólk lótu lív, tá eldur leygarkvøldið kom í ein náttklubba í Arpora-økinum í Goa í India.

 

Fleiri av teimum deyðu starvaðust í køkinum, men sagt verður eisini, at fleiri ferðafólk eru millum tey deyðu.

 

Myndir vísa, at veggirnir í hølunum partvís eru dotnir saman, og stólar og borð liggja og sløðast inni í brendu hølunum. 

 

Sambært indiskum miðlum sprongdist ein gassfløska, og eldur kom í náttklubban.

 

- Hetta er ein ræðulig hending, sum ongantíð skuldi verið hend, og náttklubburin varð rikin uttan loyvi, sigur ein ráðharri í India.