Nógv ferðsla á flogvøllinum

13 komur og fráferðir eru ætlaðar at vera í dag

Eftir ódnarveður og vánalig líkindi at ferðast á jólum – á sjónum, eftir vegum og í luftini – so eru líkindini at teimum fagrastu í dag.

 

Flogferðslan hevur verið nógv órógvað, og talan hevur verið um nógvar avlýsingar. Tað ber við sær, at fleiri seinkingar eisini eru í dag, men tað sær út til, at tá ið hesin dagurin verður liðugur, so verður ferðslan komin upp á pláss aftur.

 

Í dag fara fara sjey flogfør at lenda í Vágum, og seks flogfør fara úr Vágum.

 

Eitt flogfar úr Keypmannahavn er lent í morgun, og tvey flogfør eru farin til Keypmannahavnar.

 

Seinnapartin og í kvøld fara flogfør til Keflavíkar, Keypmannahavnar, Aalborg og Billund.

 

Flogfør koma úr Billund, Keflavík, Aalborg og tvey aftrat úr Keypmannahavn. Flogfarið hjá Atlantsflog til Gran Canaria ætlast at lenda í Vágum klokkan 19.30 í kvøld. Sambært ferðaætlanini skuldi tað verið í Vágum í gjárkvøldið.