Nógv fólk til fernisering

Fitt av fólki var til fernisering hjá Elisabeth Mariu Pálsdóttir í Riberhúsi mikudagin

Mikudagin 2.sep lat upp listasýning í Riberhúsið í Fuglafirði. Framsýningin eitur Strandvarp og er tað Elisabet Maria Pálsdóttir úr Gøtu, sum sýnir fram. Sýningin er opin í 14 dagar.

- Kvøldið var sera hugnaligt- Elisabet Maria hugleiddi um sýningina, m.a. hví hon kallaði sýningina Strandvarp, at hon hevur gingið í náttúruni og leita eftir virðisleysum lutum, sum so hava fingið nýtt lív í hondum hennara, sigur Sædis Eilifsdóttir, mamma Elisabeth Mariu.

 

Meginparturin av tilfarinum er samla á Syðrugøtusandi. Hon tosaði eisini um at henni dámdi betur at vera aftanfyri kulissurnar, men at hetta kendist gott, serliga, tí so nógv fólk vóru møtt. Elinborg sang og tey møttu fingu svalandi drykk og smákøkur.