- Eisini í august koyrdu fleiri enn 1000 bilar um samdøgrið í Sandoyartunlinum.
Tað skrivar Sands kommuna á sínum Facebook-vanga og vísir til tøl, sum KvF hevur kunngjørt.
- Gøturnar á Sandi eru livandi við nøgdum fólki. Tað hava ongantíð áður verið so nógv vitjandi í okkara vøkru bygd.
Lagt verður aftrat, at tað er ein góð kensla at vera sandingur og vera vitni til, at so nógv ferðafólk vitja.
- Verið hjartaliga vælkomin, øll somul, er heilsanin á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu í vikuni.
Myndin oman fyri er tikin ein góðveðursdag á Sandi, har nógvir bilar standa niðri á Sandarfløtti.
Her hava verið nógvir bilar og nógv fólk gjøgnum alt summarið, og at síggja til hevur alt gingið upp á stás.
Tað hevur verið daglig sjón, at familjur við børnum hava hugnað sær fram við ánni og niðri á stóra sandinum.
##med2##