Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11 í morgun, eru 17 mál á skránni.
Umframt fleiri 3. viðgerðir og 2. viðgerðir, so er 1. viðgerð av trimum ríkislógartilmælum og av uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um upphavsrætt.
1. Atkvøðugreiðsla nr. 26/2014: Psykiatriska økið
2. 3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 35/2014: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll til norðurlendska tvískattasáttmálan viðvíkjandi skatting av eftirlønum við atliti at Føroyum og Danmark
3. 3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 48/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Talgild fráboðan av lønarseðlum o.a.)
4. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 46/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v. m. (Rentutryggingarlógin)
5. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 18/2014: Uppskot til løgtingslóg um avgjald av veiðu av makreli og norðhavssild í 2015
6. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 11/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Tilfeingisgjald 2015)
7. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 54/2014: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2014
8. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 26/2014: Uppskot til løgtingslóg um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni
9. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 25/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
10. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 33/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum
11. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 6/2014: Uppskot til samtyktar um at herða sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum
12. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 30/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Heimild til kommunurnar at innheinta inntøkuupplýsingar frá TAKS)
13. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 58/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af designloven"
14. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om brugsmodeller, og Rådets forordning (EF)nr. 2100/94 af 27. juli 1994 om EF- sortsbeskyttelse, artikel 5 og artikel 14.”
15. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 60/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af en række love om ændring af patentloven, og Rådets forordning (EF) nr.2100/94 af 27. juli 1994 om EF- sortsbeskyttelse, artikel 5 og artikel 14”
16. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 61/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af en række love om ændring af varemærkeloven”
17. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 62/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um upphavsrætt (Broytt ávíng vegna nýggja lóggávu) Tingmálini nr. 59-60-61 og 62/2014 verða viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina
18. Framløga