Nógvir bilar til pride-koyring

Nógvir bilar vóru í »skrúðgonguni«, sum fór av Sundi gjøgnum Eysturoyartunnilin stutt eftir klokkan 17 í dag.

Koronustøðu ger, at heldur eingin pride-skrúðgonga varð fyriskipað í ár – eins og í fjør. Men í staðin hevur LGBT Føroyar skipað fyri rekkjukoyring við bilum.

 

Fylgið fór av útfyllingini á Sundi stutt eftir klokkan fimm seinnapartin.

 

Síðani varð koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin inn á Strendur. Síðani varð farið inn eftir Skálafjørðinum á vestara armi og útaftur eftir eystara armi og aftur til Havnar. 

 

Eftir at hava koyrt kring um í Havnini og úti á Argjum endar tiltakið í Steinatúni, har danski sjónleikarin Jakob Fauerby heldur røðu - ikki beinleiðis, men gjøgnum eina radiokanal, so fólk kunnu hoyra hana í útarvstólum í bilunum og í húsum í grannalagnum.

 

##med2##

 

Jakob Fauerby er eitt nú kendur frá sjónvarpssendingini »Vild med dans«.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##