Nógvir hava vant lítið 

Talan er um lyklauppgerð, tá ið Víkingur verður gestur hjá B36 

Tað stendur nógv, heilt nógv, upp á spæl, tá ið B36 seinnapartin fær vitjan av Víkingi. Hesi bæði eru roknað at vera við í kappingini um europeisku plássini. Higartil í ár hevur tað hjá báðum pørtum verið eitt sindur upp og niður, og talan er um lyklauppgerð í dag. 

 

Felags fyri bæði liðini er, at tey higartil hava vunnið ein dyst. B36 hevur tapt tvær ferðir - 1-0 ímóti HB og KÍ - og Víkingur hevur tapt einaferð - á heimavølli ímóti EB/Streymi. Víkingur eigur útsettan dyst ímóti AB á. Hann verður spældur týskvøldið 3. mai ella á krossmessu. 

 

Hjá Víkingi eru Finnur Justinussen og Ari Olsen framvegis skaddir. Gunnar og Sølvi Vatnhamar áttu stóran lut í landsdystunum í síðstu viku, og Atli Gregersen hevur vant lítið síðstu vikurnar, tí hann hevur verið burturstaddur sum hjálparvenjari hjá U-21 landsliðnum. Aðrir víkingar hava eisini verið burturi í landsliðsørindum - Bárður á Reynatrøð og Noah Mneney, 

 

Hjá B36 er Lukas S. Enevoldsen skaddur og Thor Høhlolt er sjúkur. Teir eru báðir miðverjar, og tað er ivasamt um ein triði miðverji, Bjarni Petersen, er førur fyri at spæla í dag. 

 

B36 spælararnir, sum hava verið burturi í landsliðsørindum, eru Mattias H. Lamhauge, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Hllm Jacobsen, Símun Sólheim, Martin Agnarsson og Andrass Johansen.   

 

B36 - Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00