Fimtanda umfar í bestu fótbóltsdeildini í Onglandi er á skránni hetta vikuskiftið. Sjey dystir eru í dag og fýra í morgin. Fyrsti dysturin í dag er á Old Trafford, har Manchester United hevur vitjan av Newcastle. Fyrsta bríkslið var klokkan 12.45. Eftir 1-0 tapið á sama vølli mikukvøldið ímóti Everton eru eygleiðarar samdir um, at talan í dag er um lyklauppgerð fyri Manchester United og David Moyes.
Fimm dystir eru klokkan 15 og klokkan 17.30 hittast Sunderland og Tottenham.
Í morgin eru tveir dystir á skránni. Toppliðið Arsenal skal seinnapartin í morgin spæla á heimavølli ímóti Everton, sum mikukvøldið vann á útivølli ímóti Manchester United.
Í dag
Manchester United-Newcastle kl. 12.45
Crystal Palace-Cardiff kl. 15.00
Liverpool-West Ham kl. 15.00
Southampton-Mancester City kl. 15.00
Stoke-Chelsea kl. 15.00
West Bromwich Albion-Norwich kl, 15.00
Sunderland-Tottenham kl. 17.30
Í morgin
Fulham-Aston Villa kl. 13.30
Arsenal-Everton kl. 16.00