Nokk um blokk

Eitt av høvuðsargumentunum hjá varaløgmanni fyri fullveldisleistinum hjá samgonguni, ið eftir øllum at døma ikki er í samsvar við veruleikan er, at tað er bíligari fyri danskarar at skriva undir uppá fullveldisútkastið hjá samgonguni, heldur enn at lata blokkin halda fram til æviga tíð.

Minnið er stutt hjá Tjóðveldismonnum. Tosað verður sum um blokkurin hevur verið síðani heimastýrislógin kom í gildi. Blokkstuðulsskipanin kom síðst í áttatiárunum. Tað var samgongan frá 1984 ? 1988, har Tjóðveldisflokkurin hevði fíggjarmál, sum innførdi blokkstuðulsskipanina, og hevur hendan skipanin, ið kom í 1988, ikki meira enn 12 ár á baki. Tá var hettar mett at vera eitt stórt stig á sjálvstýrisleið, men nú gott 10 ár seinni er blokkurin í tjóðveldis- ella rættari sagt fullveldisterminologi vorðið ímyndin av øllum illum í føroyska samfelagnum. Blokkstuðulsskipanin var eitt stig á sjálvstýrisleið ? eitt av nógvum stigum, ið hava verið tikin í meira enn hálvthundrað ár. Nú tykist steðgur at vera í sjálvstýristilgongdini, tí fullveldisætlanin hevur steðgað øllum øðrum. Alt er bygt uppá eina tesu, har sagt verður, at føroyingar verða meira og meira tengdir av stuðuli frá Danmark. Tað tykist sum um, at henda samgongan hevur sett sær fyri at hendan profeti verður sjálvuppfyllandi, og øll undanfarin stig á sjálvstýrisleið, sosum blokkstuðulsskipanin í sær sjálvum, verða ikki lýst sum tey áttu at verið lýst, tí at stig á sjálvstýrisleið hava sambært Høgna Hoydal ikki verið tikin í meira enn 50 ár ? ella hvussu?


Vánalig kunning má tað sigast at vera, at borgarin ikki fær røttu mynd av blokkstuðulsskipanini, serliga tá hugsað verður um, at hendan samgongan brúkar milliónir av skattgjaldarans peningi til sonevnda kunning. Hendan sonevnda kunning, har heimasíður við politiskum greinum verða gjørdar og ivasamir faldarar verða sendir út fyri peningin hjá Hanusi og Janusi, er heldur pínlig í einum demokratiskum samfelagi. Slík kunning ger, at borgarin druknar í informatión, men hungrar eftir vitan. Um kunningarpengarnir skulu koma til sín rætt, so átti eitt nú at verið kunnað um, hvørja ávirkan ein búskaparlig skiftistíð uppá 4 hevur.


Spurningurin er, um tað ikki er mannminkandi fyri eitt av heimsins ríkastu londum at krevja sømdir, ið útpínd afrikansk hjáveldi fingu eftir at verið útarmað og neyðtikin í fleiri ættarlið. Føroyingar kunnu fáa ein sjálvberandi búskap uttan nakran stuðul í morgin, men støðið á hesum sjálvberandi og kjølfesta búskapi, fyri at brúka orð Høgna Hoydals, hevði sjálvsagt verið lægri enn tað er nú. Tað er burturvið, at krevja, at danska stjórnin skal prógva, at ein framtíðar føroyskur búskapur skal verða á núverandi støði. Um hald er í hesum logikki, hví so ikki bert royna at trífalda blokkin og so krevja loysing fyri danskar pengar? So skuldu danskarar eftir samgongulogikki skullað prógvað, at ein sjálvberandi búskapur var á tí støði í framtíðar fullveldinum Føroyum.


At danskarar royna at ræða føroyingar frá loysing er eitt afturvendandi evni hjá samgonguni. Hava vit ikki greitt fingið at vita óteljandi ferðir, at vit kunni loysa nær vit vilja? Eitt annað afturvendandi evni hjá samgonguni er, at andstøðan letur seg brúka av danskarum. Hetta má vera ein undirmeting uttan líka og er tað ikki sørt skelkandi, at útvið helvtin at Føroya Løgtingi verður lagt undir at ganga ørindi fyri danskarar. Ein kundi kanska sagt, at omanfyrinevnda er eitt tekin um undirlutakenslur í føroysku fullveldisrørsluni, men tað er ikki rætt. Talan kann ikki vera um undirlutakenslur, tí samgongan er, sambært seinastu veljarakanning, við undirlutan.