Noktaði at spæla

Álopsspælarin Xisco noktaði at spæla meira fyri enska felagið Newcastle, og tí varð hann beint fyri evstamark á spælaramarknaðinum leigaður til Racing Santander. Tað er spælarin sjálvur, sum greiðir frá hesum í blaðnum Sunday Mirror.

- Eg sá bara fleiri trupulleikar fyri framman, og tí var tíðin komin at sleppa úr felagnum, og eg noktaði at spæla fyri teir fyri at sleppa skjótari avstað, sigur Xisco.