Nokta lastbilum og bussum at sigla við Smyrli

Fakfeløgini herða nú verkfallið soleiðis, at lastbilar og bussar ikki sleppa at sigla til Suðuroyar at bunkra

savnsmynd

Tað eru bara tær tríggjar Effostøðirnar í Suðuroy, sum enn selja brennievni til bilar. Tí hevur ávís ferðsla verið við Smyrli, har til dømis bussar eru komnir norðanífra suður at bunkra.

 

Men hesum seta fakfeløgini í verkfalli nú ein stoppara fyri.

 

Hesum boðar Strandferðslan frá í kvøld.

 

– Undantaksloyvið til fulla sigling við ferðafólki og akførum, ið Strandferðslan hevur frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli, verður nú broytt, so at øll akfør longri enn 7 metrar, ið ferðast við Smyrli á Suðoyarleiðini, skulu hava undantaksloyvi til hesa ferðing frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli. Undantikin hesa áseting eru sjúkrabilar og neyðsynjarakfør. Broytingin fær gildi nú á midnátt, kl 00:00, mikudagin 29. mai.

 

savnsmynd