Landssjúkrahúsið
Fær Jóan Petur Davidsen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum eina ávaring, fer hann at klaga leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
Tað ger hann nú púra greitt í einum brævi til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
Jóan Petur Davidsen hevur verið leiðani yvirlækni á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Men í sambandi við arbeiðssteðgin hjá Starvsmannafelagnum, kom hann upp á tvørs av leiðsluni á landssjúkrahúsinum, tí sjúklingar vórðu lagdir undir skurð, hóast leiðslan hevði boðað frá, at viðgerðirnar skuldi avlýsast.
Tað endaði við, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ætlaði bæði at siga hann frá sum leiðandi yvirlækna og sum yvirlækna yvirhøvur.
Seinni mátti leiðslan kortini ganga í seg sjálva aftur, so endin var, at Jóan Petur Davidsen varð settur frá sum leiðandi yvirlækni, men varðveitti starvið sum vanligur yvirlækni.
Men hinvegin fekk hann eina ávaring frá leiðsluni.
Men hesa ávaringina góðtekur hann ikki.
Àvaring er meiningsleyst
Í einum skrivi til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum staðfestir Kristian Andreasen, sakførari hjá yvirlæknanum, at grundarlag er ikki fyri at geva honum eina ávaring.
Og fær hann eina slíka fer hann ikki at góðtaka hana, men fer at kæra málið.
Sakførarin vísir á, at einasta orsøk til at Jóan Petur Davidsen verður uppsagdur sum leiðandi yvirlækni, er framferð hansara undir arbeiðssteðginum og uppsagnin hevur onki við hansara læknaliga gerning at gera.
Tí kann hann ikki fáa eina ávaring, fyrrnn kanning er gjørd. Men heldur leiðslan fast um ávaringina, hevur yvirlæknin sjálvur rætt til at krevja eina slíka kanning.
Sakførarin heldur eisini, at leiðslan kann ikki bæði siga hann upp sum leiðandi yvirlæknaog geva honum eina ávaring.
At siga hann upp er tann meiri víðgongda avgerðin og tí kann hann ikki eisini fáa eina ávaring.
Tá ið hann er uppsagdur sum leiðandi yvirlækni, er tað meiningsleyst eisini at geva honum ávaring. sigur sakførarin og verður hildið fast um ávaringina, verður tað sostatt kært.
Sakførarin leggur afturat, at felagið fyri serlæknar er púra samt í hesi avgerð.