Á lítlari samkomu á Reinsiverkinum í Húsadali fekk borgarstjórin heiðurin at seta reinsiverkið til. Í stuttari røðu takkaði hann Nomatek fyri eitt avbera gott arbeiði og vónaði, at verkætlanin fór at vera góð fyri borgaran. Eisini segði hann, at ein av læknunum í oynni er kendur fyri at siga: »Drekk nógv vatn tað er gott fyri heilsuna«, so við hesum verkinum átti vatnið í bygdini at verið meira heilsugott, enn áður.
Nomatek hevur teknað, framleitt og uppsett reinsiverkið, og Jákup Magnussen, stjóri í Nomatek, sigur, at teir hava bygt umleið 30 reinsiverk í Føroyum.
- Vit hava gjørt eina einfalda loysn, har vatnið fyrst verður filtrerað gjøgnum sand og síðani strálað við ultraviolettum ljósgeislingum, sokallaðar UV-strálur, fyri at drepa bakteriur. Sandurin verður skolaður um náttina, so hann altíð er reinur og klárur til dagin eftir. Hetta er kvartssandur, sum er flokkaður eftir kornstødd, og hann heldur sær í nógv ár, millum 10 og 20 ár, sigur Jákup Magnussen.
Sandfiltur og UV-útgerð er úr rustfríum stáli, og tað verður alt framleitt á verkstaðnum hjá Nomatek í Havnadali.
- Rustfrítt stál er besta loysnin til føroyska vatnið, sum ofta er eitt sindur súrt og viðførir, at vanligt stál rustar, um tað ikki verður viðgjørt sera væl og neyvt við serligari máling, sigur Jákup Magnussen.
Reinsiverkini eru fultautomatisk og kunnu útgerast eftir ynski við t. d. alarmum, sum automatiskt ringja til ávísar telefonir, um okkurt er galið. PLC-stýring og el-automatikkur verður latin av JT-electric á Kambsdali.
Reinsiverkið í Sørvági hevur trý stór sandfiltur og eina UV eind við eini samlaðu framleiðsluorku upp á umleið 100 tons um tíman.