Havhestar í hópatali kappast um, at sleppa at sita í ljósstrálunum. Nakrir sita stillir og njóta ljósið, meðan aðrir brótast um plássini. Minnir meg ikki sørt um politiska vígvøllin, nú tað stundar til val.
Eitt valdømi, ein modernisering av demokratinum. Velja tað tú vil – landspolitikkur.
Bardagin um at sita í tí politisku ljósstrálini er øgiligur. Ja til eitt, kortanei til eitt annað. Eftir situr so veljarin, hvat skal eg velja, hvør ræður í mínum flokki.
Fyri okkum í Sandoynni má støðan vera púra greið. Floksleiðslan má alment koma fram og siga okkum, hvat tín flokkur stendur fyri, aftan á valið. Tað er ikki spurningurin hvør myndar flokkin.
Mótsatt kann tín stemma vera við til at flyta oynna niður í 3. deild.
Havhestarnir vita av góðum grundum ikki, hvat demokrati er – vita vit tað.
Enn sita nakrir av gomlu havhestunum í ljósstrálini. Nakrir eru farnir, men nýggir eru komnir í staðin. Summir hava brotið seg fram at, aðrir komnir úr myrkrinum.