Norðborg hevur fiskað fyri 116 miljónir krónur

Síðan flaggskipið hjá norðoyingum – Norðborg – fór fyrsta túrin beint eftir hvítusunnu í fjør, hevur skipið fiskað fyri tilsamans 116 miljónir krónur. Við ársenda í fjør, var veiðivirðið umleið 100 miljónir, og higartil í ár hevur skipið fiskað fyri tilsamans 16 miljónir krónur

Norðborg

Verksmiðjutrolarin Norðborg er nú á veg á svartkjaftaveiði. Leiðin gongur suður á leiðirnar vestanfyri Írland ella St. Kilda.
Norðborg landaði týsdagin í Klaksvík av lodnutúri, sum skipið hevur gjørt í íslendskum sjógvi, har teir áttu tilsamans 1800 tons at fiska.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur, at Norðborg hevði 1300 tons á hesum túri.
Hann sigur, at hon-fiskurin verður seldur til Japans og hann-fiskurin til Ruslands. Nakað var eisini av mjøli, og hetta er úr fiski, sum hvørki fer Ruslands ella Japans.
Undan lodnutúrinum, gjørdi Norðborg ein sildatúr, har teir fyri tað mesta royndu á leiðunum út fyri Ålesund.
Kristian Martin sigur, at Norðborg hendan túrin hevði 1300 tons av lidnari vøru.
- Veiðan, sum varð løgd upp í Ánunum, er øll seld og er farin av landinum. Tað mesta fór til Týsklands, leggur hann aftrat.
Eftir at ymiskar ábøtur vórðu gjørdar á verksmiðjuni og umborð á skipinum annars um ársskiftið og nakað inn í nýggja árið, gjørdi Norðborg fyrst ein stuttan svartkjaftatúr, tá teir fóru útaftur.
Hendan túrin høvdu teir umleið 300 tons.

116 miljónir krónur
Reiðarin í Klaksvík letur annars væl at gongdini, síðan Norðborg fór fyrsta túrin beint eftir hvítusunnu í fjør.
Hann sigur, at fram til hin 19. desember í fjør fiskaði skipið fyri umleið 100 miljónir krónur, og higartil í ár liggur veiðivirðið um 16 miljónir krónur.
- Norðborg hevur soleiðis fiskað fyri tilsamans 116 miljónir krónur. Vit eru nøgdir við gongdina, síðan vit fóru undir hesa nýggju verkætlan, sigur hann.
Hyggja vit nærri at, hvussu veiðitølini hjá Norðborg býta seg yvir fiskasløg, mjøl og lýsi fram til 19. desember, síggja vit, at størsta nøgdin er sildafløk (7.800 tons), skráskorin og heilur makrelur (1700), svartkjaftur skráskorin og heilur (1300), fiskamjøl (2.250) og lýsi (1175 tons).
- Skipið fiskaði soleiðis fram til 19. desember í fjør tilsamans 23.200 tons av rávøru, sum fekst til góð 14.200 tons av lidnari vøru, sigur Kristian Martin Rasmussen.

Lógu í 3 vikur
Tá ein verkætlan er nýggj og útgerðin er so framkomin, sum umborð á Norðborg, er vanliga neyðugt við ymiskum justeringum og ábøtum.
Kristian Martin Rasmussen sigur, at teir gjørdu av at leggja skipið í tríggjar vikur um ársskiftið og nakað inn í nýggja árið fyri at gera tað, sum gerast skuldi.
- Vanligt er, at garantieftirlit verður gjørt, tá tað mesta av einum ári er umliðið, men nú vit kortini valdu at gera nakrar ábøtur, brúktu vit hesa tíðina eisini til eitt ávíst gartantieftirlit, sigur hann.

Spennandi framtíð
Reiðarin er sum heild væl nøgdur við gongdina higartil, og hann sigur, at teir, ið standa aftanfyri felagið og verkætlanina við nýggju Norðborg, eru sera spentir eftir at vita, hvussu tíðin frameftir verður.
- Vit hava nú fingist við framleiðslu umborð í fleiri ár, og vit trúgva framvegis, at hetta er eitt áhugavert alternativ til pelagisku vinnuna annars, sigur Kristian Martin Rasmussen.