Norðlýsið aftur í sjónum eftir 395 dagar á landi

Norðlýsið, sum í brátt mong ár hevur siglt við ferðafólki kring Føroyar, hevur verið á landi í longri tíð, og er renoverað, sum tað eitur.

Í 395 dagar hevur Norðlýsið verið á landi, á Mest í Havn.

Umfatandi viðlíkahaldsarbeiði er gjørt, og kans, og kom koronasmittan væl við, so støðgur kom í.

Nú er Norðlýsið aftur sjósett, og eyðkenda skipið er aftur partur av bryggjumyndini í Havn, og annars farleiðum kring oyggjar okkara.

Skipalistin skrivar soleiðis m.a um Norðlysið:

Norðlýsið TN 24 er annar nýbygningurin av Tórshavnar Skipasmiðju. Tann fyrsti var Vón, sum Sigurð Simonsen í Fuglafirði bygdi. Kjølurin til Norðlýsið var strektur 20. apríl 1943, og 5. mai 1945 varð skipið latið Pf. Uvak í Havn. 

 

Skipið varð brúkt sum línu-, snøris- og snelluskip. Men í mai mánaði 1948 treyt teimum agn. Við Jógvani Páll Fjallsbak sum skipara fór Norðlýsið tí norður um Føroyar við nøkrum fáum gørnum at royna eftir sild. Teir fingu nógva og góða sild, fóru út aftur við 40 gørnum og groyndu til ólavøku millum 40 og 90 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Soleiðis byrjaði tann føroyska sildaveiðan, sum hevði so stóran týdning í fimti- og sekstiárunum.

 

31. januar 1953 seldi Pf. Uvak Norðlýsið. Keypari var Pf. Við Sjógv í Kollafirði, sm síðani seldi Carl August Jensen, keypmanni í Kollafirði, skipið. 

 

Hann hevði Norðlýsið í trý ár og seldi tað so til Klaksvíkar. Keyparar vóru brøðurnir Jógvan og Jákup Heinesen, svágur teirra Julius Sørensen og pápabeiggi teirra, Fischer Heinesen. Teir áttu ein fjórðing hvør, og skrásetingarnummarið varð nú broytt til KG 386. Hesir fýra eigararnir stovnaðu 6. mars 1957 Pf. Ekliptika, sum yvirtók Norðlýsið. 

 

Skipið var í Klaksvík í 9 ár. 4. mars í 1965 vórðu bæði partafelag og skip seld til Havnar. Jákup Johansen – Jákup hjá Carl á Lag – keypti Norðlýsið. Í nevndini sótu Jákup sjálvur, sonurin Páll og konan Elsa. Skrásetingarnummarið varð nú TN 24. Meðan Jákup hjá Carl á Lag átti Norðlýsið, varð tað í fleiri ár reitt út í Hvalba.

 

Pf. Ekliptika í Havn átti Norðlýsið, líka til Pf. Aurora Borealis í Havn keypti tað 25. juni 1984 og bygdi tað um til seglskip. Millum teir, sum tóku stig til hetta, vóru Tróndur Patursson, Tórmóður Dahl, Helgi Nyholm Debes, Birgir Enni, Kjartan Johansen, Thomas Arabo, Milson Zachariassen, Ivan Johansen, Óla Jákup Müller, Tryve Árting og Knút Nolsøe. 

 

Millum skipararnar á Norðlýsinum kunnu nevnast Thorvald Andreassen í Havn, sum var tann fyrsti, ið førdi tað, Jógvan Páll Fjallsbak, Ingolvur Andreassen (bróðir Thorvald), Jógvan Heinesen í Klaksvík og Magnus Olsen. Seinastu mongu árini hevur Birgir Enni verið skipari.

 

Upprunalig nýtsla: Slupp, fiskifar

Ferðamannaloyvi: Ja, 50 ferðandi

Tilfar og tøkni: Skrokkur: Træ

Tøkni: Kravell

Yvirbygningur: Træ

Rigningur: Træ, stál

Træsløg: Bond, stevni og kjølur: Eik

Klæðing yvir vatnlinju: Eik

Klæðing undir vatnlinju: Eik

Dekk: Yangtek

Rundholt: Lerk

Framdráttarmegi: Segl, riggað sum skonnart

 

Skipasmiður / konstruktørur: Kjartan Mohr

Eldri eigarar UAK, Tórshavn: 1945 til 1957 (mett)

Ekliptika, Tórshavn: 1957 til 1986

Aurora Borealis, Tórshavn: 1986 til 1994

Nýtsla áður: Fiskiskapur

Siglingarøki: Føroyar

 

Broytingar:

1989: Ísetan av motori

2004: Skift motor (M.W.M, 199 KW/270 HK).

 

Myndirnar eru av facebook vanganum hjá Norðlýsinum.

##med2##