Klaksvík:
Heilt fitt av fólki var savnað í hølunum, har Norðlýsið heldur til, tá blaðið fyri fyrstu ferð, varð lagt út á netið.
Oliver Joensen, blaðstjóri, sigur, at arbeitt hevur verið við hesum í eitt hálvt ár nú. Teir hava umhugsað eina internet útgávu fyrr, men hava ikki sett seg førar fyri tí fyrr enn nú.
Oliver sigur, at ætlanin við internetútgávuni er, at hon skal virka sum ein tíðindaportalur og so eisini verða sølufremjandi fyri pappírsútgávuni av blaðnum. Tað vil siga, at greinarnar, sum standa í Norðlýsinum komandi, koma ikki at liggja á heimasíðuni allar sum tær eru. Í øllum førum ikki áðrenn pappírsútgávan er komin út.
- Heldur skal heimasíðan virka sum eitt slag av spísiseðili fyri pappírsútgávuni, sigur Oliver.
Hann greiðir eisini frá, at Norðlýsið kemur bert út einaferð um vikuna. Evsta mark er mikudag. Og hendir so okkurt mikukvøld ella hósdag, so kemur tað ikki í blaðið tá, men má bíða eina viku. So tað hevur ofta við sær, at nógv tíðindi detta burtur ímillum, tí tey eru ov gomul, tá Norðlýsið kemur út aftur eina viku seinni.
- Men nú er so ætlanin at heimasíðan skal nýtast til tey tíðindi, sum eru aktuell, men óaktuell, tá Norðlýsið kemur útaftur, sigur Oliver.
Í fyrstu atløgu hava øll ókeypis atgongd til heimasíðuna hjá Norðlýsinum.
Til hetta sigur Oliver, at hann hevur kannað, hvussu nógvar haldarar aðrir útgevarar hava á netinum, og hann sigur, at hann hevur fingið ta fatan, at talan ikki er um serliga nógvir haldarar.
- Norðlýsið er eitt nógv minni blað aftur, so ikki kann ímyndast, at vit høvdu fingið serliga nógvar haldarar, sigur hann og leggur afturat, at teir tí hava valt at satsa upp á inntøkur frá lýsarum heldur.
- Í okkara føri er tað mest sum ógjørligt at fáa bæði. So heldur hava eina heimasíðu við fleiri lýsarum, har øll hava atgongd enn eina síðu til einar 50 haldarar, sum lýsarar ikki hava serliga góðan hug at lýsa á.
Blaðstjórin á Norðlýsinum sigur, at í stuttum kann sigast, at ístaðin fyri at koma út við pappírsútgávuni tvær ferðir um vikuna, so valdu teir heldur at leggja blaðið út á internetið. Á Norðlýsinum starvast dagliga tveir mans, og so hava teir onkrar free-lancarar eisini. Heimasíðan hjá Norðlýsinum er www.nordlysid.fo