Fyrrapartin í dag vórðu boð eftir hjálp í Saltnesi í Råde kommunu í Noregi. Boðini vóru, at trý børn - og tríburar - vóru endaðir í bátahylinum í bygdini.
- Talan var um tvey vaksin, sum høvdu trillað barnavognar við tríburum í. Men, tá tey settu vognarnar frá sær, gloymdu tey at spenna bremsurnar.
Átaksleiðarin hjá løgregluni, Finn Håvard Aas, sigur við heimasíðuna VG, at ein maður, sum var staddur í einum báti nærindis, bar seg skjótt at.
Maðurin leyp úr bátinum, sum lá fortoyaður og í havið, har hann fekk bjargað øllum trimum børnunum eftir lítlari løtu.
- Barnavognarnir lógu í sjónum í tveir til tríggjar minuttir, og børnini høvdu kanska havt høvdið undir, áðrenn tey vórðu bjargað.
Sambært løgregluni hava øll trý børnini tað gott, men tey vórðu øll flutt á sjúkahús, har tey eru undir eftirliti til í morgin.
Sambært Wikipedia er Saltnes í Råde kommunu ein bygd við stívliga 2000 fólkum.