Marknaður
Ein orsøkin til, at prísirnir á hýsu eru lækkaðir seinastu dagarnar er sambært vælvitandi keldum í fiskivinnuni, at norðmenn seinastu tíðina hava sent stórar nøgdir av hýsu á bretska marknaðin.
- Hetta hevur ført til prísfall á marknaðinum.
Norðmenn geva nevniliga "leyst" at fiska hýsu í einar 14 dagar til tríggjar vikur um hesa tíðina, og tá fer hvør fjøl, sum hevur rættindi til hetta tilfeingi, at fiska.
- Fiskað verður sum "ørt" hesar dagarnar, og síðan steðgar veiðan aftur.
Keldurnar siga, at sama vanliga hendir um heystarnar, tá ið norðmenn aftur geva "leyst".
- Í slíkum føri kemur ein rúgva á hýsu á bretska marknaðin, og prísirnir fella.
Lagt verður aftrat, at prísirnir plaga at hækka aftur, tá ið hendan tíðin er av.
Tað merkir so aftur, at vónir eru um, at hýsuprísurin á føroyska marknaðinum fer at kvinka uppeftir aftur um ikki so leingi.