Tilmæli frá nýskipanarbólkin hjá fiskimálaráðnum legði fram sítt tilmæli í gjár.
Stutt eftir sendu teir tríggir floksformennirnir í andstøðuflokkunum eitt felags skriv, har teir vístu á fyrimunirnar við tilmælinum og hvussu vit kunnu arbeiða frameftir.
Beint eftir at skrivið kom inn sendir Norðoya Sambandsfelag eitt tíðindaskriv, har teir heita staðiliga á Sambandsflokkin um ikki at fara í samráðingar við samgonguna um tilmæli og nýskipanina av fiskivinnuni.
Norðoya Sambandsfelag, sigur í skrivinum, at úrslitið av samráðingunum er givið uppá forhond og tí vildi tað ikki givið meining at luttikið sum flokkur, bert fyri at geva trúvirði til eina verkætlan hjá samgonguni.