Søgurnar, sum eru frammi, eru rættiliga ógvusligar, men tær passa ikki
Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Í gjár heittu fimm fakfeløg í Norðoyggjum á løgtingsfólk um at steðga ætlanini hjá samgonguni um eina nýggja fiskivinnuskipan. Tey siga, at ein partur av ætlanini er, at mark skals setast fyri, hvussu nógv, hvør einstakur reiðari kann hava av fiskiloyvum.
Men páhaldið hjá teimum er eisini, at avleiðingin av tí verður, at Kósin í Klaksvík má lata aftur, tí størsti reiðarin á plássinum, Hanus Hansen, eigur meiri enn markið ásetur og tískil verður hann noyddur at selja burturav, og so fer Kósin at steingja.
Les meiri um tað HER
Men í Løgtinginum í gjár royndi Høgni Hoydal at sissa fólk. Hann ásannar, at mark fer at verða sett fyri, hvussu stóran part, einstøk feløg kunnu eiga av fiskirættindunum.
– Men tað stendur eisini púra greitt, at hetta er ikki afturvirkandi. Tað merkir, at ongin, sum hevur eitt virksemi í dag, verður noyddur at skerja tað, staðfestir Høgni Hoydal.
Hvussu gongdin verður frameftir, veldst um, hvussu støðan verður, leggur hann afturat.
Eitt, hann hugsar um, eru fiskastovnarnar undir Føroyum, sum eru rættiliga illa fyri í løtuni. Mennast teir stovnarnir aftur, so at kvoturnar verða hækkaðar, sigur tað seg sjálvt, at so fer eisini virksemið hjá verandi reiðarum at veksa tilsvarandi, tí so verða fleiri tons til øll í vinnuni, sigur hann.
Hinvegin ásannar hann, at eitt hámark fer at merkja, at fyritøkur, sum eru omanfyri markið, verða avmarkaðar til framhaldandi at veksa, so nógv, sum tær hava gjørt.
– Verandi virksemi heldur fram, men nýtt virksemið skal halda seg til treytirnar, sum verða settar, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Hinvegin staðfestir hann, at ein nýggj fiskivinnuskipan skal tryggja, at virksemið verður spjatt, so at ikki allur ræðisrætturin endar á nøkrum heilt fáum hondum.