Norðurkorea skotið tríggjar kinesarar

Kinesisku myndugleikarnir siga, at ein norðurkoreanskur hermaður hevur skotið tríggjar kinesiskar ríkisborgarar, hóast teir vóru kinesisku megin markið millum tey bæði londini.

Kina hevur sent Norðurkorea eitt formligt mótmæli um tilburðin, sum var í marknabýnum Dandong í síðstu viku.

Kina og Norðurkorea verða roknað sum sameind, og tað er sjáldsamt, at stýrið í Beijing kemur við almennum atfinningum av Norðurkorea. Men viðurskiftini millum tey bæði londini eru versnað eitt sindur, síðani Suðurkorea ákærdi Norðurkorea fyri at hava søkt eitt suðurkoreanskt herskip.

Tilburðurin hevur elvt til altjóða trýst á Kina, sum tó hevur aftrað seg við at finnast at Norðurkorea.