Norðurlendsk børn: Tað skal vera best at vera barn í Norðurlondum

Børnini vilja blíva hoyrd

Í síðstu viku hittust 65 børn úr Danmark, Finlandi, Grønlandi, Íslandi, Norra, Svøríki, Álandi og Føroyum til eina norðurlendska barnaráðstevnu hjá Unicef. Øll hesi børnini úr Norðurlondum hava eitt felags mál: Norðurlond skulu vera tað besta staðið at vera barn í. 

Børnini hava gjørt eina samtykt, har tey millum annað hava sett sum mál, at øll børn og ung í Norðurlondum skulu kenna til barnamillumtjóðasáttmálan hjá ST.

Unicef sigur soleiðis um átakið:

    – Enn eru nógv børn, ið ikki kenna sínar grundleggjandi rættindi. Tað er ein trupulleiki, tí vitan og kunnleiki til rættindi eru avgerandi fyri, at rættindini verða vird. Ein onnur avbjóðing er tað vaksandi rákið við mistrivnaði, einsemi og sálarligum trupulleikum hjá børnum í Norðurlondum. Ein triðja avbjóðing er at tryggja medávirkanina hjá børnum, so norðurlendsk børn føla, at tey verða hoyrd og tikin í álvara í sambandi við ting, ið viðkoma lív teirra.

    Millum tey børnini, ið vóru til ráðstevnuna í síðstu viku, var 16 ára gamla Rakul av Tvøroyri. Hon er við í einum videobroti hjá Unicef, har børn úr hesum átta londunum siga ein setning í part, sum lýsir felagsmálið hjá norðurlendsku børnunum.

    – Hey, eg eiti Rakul. Eg eri 16 ár, og øll børn hava rætt at verða hoyrd, sigur føroyska Rakul í videobrotinum, sum til ber at síggja niðan fyri.

    <iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Funicefdanmark%2Fvideos%2F605028006738220%2F&amp;show_text=0&amp;width=381" width="381" height="476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>