Frá mikudegnum 22. august til leygardagin 25. august verður Ráðstevna um orðabókafrøði í Norðurlondum hildin í Norðurlandahúsinum í Havn. Hetta er afturvendandi ráðstevna, sum hildin verður annaðhvørt ár. Ráðstevnan hesa ferð er hin sætta í røðini, og hetta er fyrstu ferð, hon verður hildin í Føroyum.
Tað er Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum saman við Norðurlendskum felag fyri orðabókagerð (NFL) og Málráð Norðurlanda, ið skipar fyri ráðstevnuni. Norðurlendska orðabókafelagið varð stovnað í mai 1991 og hevur limir í øllum Norðurlondum, til samans um leið 300 orðabókafrøðingar. Endamál felagsins er at fremja skipað samskifti og samstarv í Norðurlondum á orðabókafrøðiliga yrkisøkinum og at tryggja samanhald ímillum starvsfelagar tvørtur um landamørk, eitt nú við at skipa fyri ráðstevnum og at geva út orðabókafrøðitíðarritið LexicoNordica, sum higartil er komið í 7 numrum.
At ráðstevnan í ár verður hildin í Føroyum er frágerða gott høvi at savna royndar og viðurkendar orðabókafrøðingar og málfrøðingar til ráðstevnu, sum uttan iva fer at gagna bæði norðurlendskum og føroyskum orðabókafrøðiligum arbeiði, so at vit gerast enn betur før fyri at nøkta tann tørv á orðabókum, sum alla tíðina er í samfelagnum.
Til ráðstevnuna koma fólk úr øllum Norðurlondum og einstøk úr øðrum londum eisini. Við føroyskum luttakarum verður roknað við til samans 130 fólkum. Ráðstevnan verður sett mikumorgunin 22. august og heldur so á til seinnapartin leygardagin 25. august. Hvønn dag verður lagt fyri við einum fyrilestri í plenum, sum verður mettur at hava breiðan áhuga hjá ráðstevnugestunum, og síðan verða tveir og tveir fyrilestrar hildnir samstundis til út á seinnapartin. Í evni fevna fyrilestrarnir um bæði ástøðiliga og verkliga orðabókafrøði í Norðurlondum. Støði verður ymist tikið í orðabókaverkum, sum eru útkomin, og ymist í verkætlanum, sum eru ávegis. Eyðvitað spyrst mangt týdningarmikið burturúr, sum fer at bera føroyska og norðurlendska orðabókagransking longri fram á leið. Á ráðstevnuni verður eisini høvi at sýna fram orðabøkur og aðrar orðabókafrøðiligar bókmentir og eisini framsýning av praktiskum orðabókaarbeiði. Til tess at styrkja samanhald og persónlig sambond verður skipað fyri útferðum og øðrum, so at gestirnir eisini fáa eina hóming av Føroyum og føroyingum ? mentan og gerandislívi.
Ein tílík ráðstevna má avgjørt metast at hava stóran fakligan týdning fyri allar teir føroyingar, sum fáast við orðabókaarbeiði, so at teir kunnu kunna seg við tað, sum rørist í líkum umhvørvum í grannalondunum, og ráðstevnan er eyðvitað gott høvi at siga frá og kunna um egin orðabókaarbeiði.
Eftir at ráðstevnan er hildin, verða allir fyrilestrarnir givnir út í bók í røðini Skrifter udgivet af Nordisk forening for leksikografi, har ið bøkur frá undanfarnum ráðstevnum eru útgivnar.
Luttøkugjaldið er kr. 900,00 og fyri limir í NFL kr. 750,00.
Skuldi onkur enn havt áhuga at teknað seg til ráðstevnuna, kann tað gerast við at venda sær til Føroyamálsdeildina á tlf. 31 53 04.