Ein norðurlendsk ráðstevna er á Hotel Hafnia í Tórshavn í hesum døgum, 21.-25. september 1998, Metoder at konstatere, kvantifisere og forebygge jorderosion i skovfrie fjeldområder.
Luttakararnir koma úr Íslandi, Danmark, Finlandi og úr Føroyum, íalt 17 luttakarar.
Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at savna saman arbeiðshættir, sum verða brúktir í norðanlondum, at staðfesta, máta jørðoyðing (erosión) og hvussu skaðarnir møguliga kunnu fyribyrgjast/bøtast.
Í grannalondum hava tey arbeitt leingi við trupulleikanum, og hava ment arbeiðshættir til endamálið. Nevnt kann verða, at Íslendsku stovnarnir, Rannsóknarstovnur Landbúnaðarins og Landgreiðslan (tey, sum millum annað starvast við at sáða og taða hagarnar) fingu umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum fyri 1998. Fólk, umboðandi hesar stovnarnar, eru millum luttakarnar.
Í Føroyum kunnu vit brúka ráðstevnuna til at koma í samband við granskarar og stovnar, bæði umsitingar- og granskingarstovnar, sum arbeiða við evninum í grannalondunum. Á tann hátt kunnu vit lættari skaffa okkum vitan og hjálp, um vit ætla at arbeiða víðari við evninum.
Ráðstevnan er fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum, Granskingarráði Føroya, Føroya Náttúrugripasavni, Føroya Jarðarráði og Meginfelag Búnaðarmanna, umframt við luttakaragjaldi, verður sagt í skrivinum frá fyrireikarunum.