Klokkan 19.30 í kvøld spæla Danmark og Svøríki seinasta dystin við meginumfarinum í HM, og úrslitið av hesum dysti verður alt avgerandi fyri hvørji tvey Norðurlond koma í hálvfinalurnar.
Danmark vann fyrr í kappingin á Noregi, meðan Svøríki tapti sín dyst móti norðmonnum.
Í løtuni hevur Danmark átta stig, meðan Noreg og Svøríki hava hvør síni seks.
Noreg hittir klokkan 17.00 í kvøld Ungarn, og her verður væntað at Noreg kemur upp á átta stig.
Vinnur Svøríki á Danmark, so hava øll trý londini átta stig, og so verður innanhýsis málmunurin avgerandi.
Her er ein roynd at greiða frá roknistykkinum:
Vinnur Svøríki við trimum málum ella meira á Danmark, so koma bæði Danmark og Svøríki í hálvfinalurnar.
Vinnur Svøríki við fimm málum ella meira, so verða tað Svøríki og Noreg sum koma víðari.
Svøríki kann eisini vinna við tveimum, um liðið samstundis skýtur fleiri enn 30 mál. Tá koma Danmark og Svøríki víðari.
Tí er settningurin greiður. Danir vilja ikki tapa við fimm málum, meðan sviar vilja vinna við í minsta lagi tveimum, helst trimum. Norðmenn vóna at danir vinna á Svøríki, ella at sviar vinna við í minsta lagið fimm málum.
Dysturin Noreg - Ungarn verður leiktur klokkan 17.00
Dysturin Svøríki - Danmark verður leiktur klokkan 19.30