Norðurlendskar filmar í Havnar bio

Norðurlandahúsið sýnir í næstum tveir norðurlendskar filmar í Havnar Bio, har eitt nú virðislønti filmurin hjá Susanne Bier, Hævnen er á skránni. Susanne Bier hevur gjørt danska dramafilmin, og Anders Thomas Jensen hevur skrivað manuskriptið.

 

Filmurin vann í ár Oscar heiðursløn fyri besta útlendska film. Tann filmurin verður vístur 27. apríl.

 

Har aftrat verður svenski filmurin Snabba Cash á skránni. Hann verður vístur 6. apríl.