Í gjár byrjaði norðurlendska útbúgvingarráðstevnan fyri fótbóltsvenjarar, sum í ár verður hildin á Hotel Føroyum. Høvuðsevnið í ár er spælaramenning, og eru venjarar úr øllum norðanlondum við á ráðstevnuni. Á skránni verða fyriestrar, bólkaarbeiði, v.m. Millum fyrilestrahaldarnar verða m.a Magni Mohr, Johan Fallby úr Svøríki, Petur Rudbæk úr Danmark., Andreas Morisbak úr Noregi o.a.