FÓTBÓLTUR
Úrslitini lagaðu seg væl hjá danska fótbóltslandsliðnum í HM-undankappingardystunum leygarkvøldið. Danmark vann 3-0 á Malta á Ta’Qali Leikvøllinum í Valetta, samstundis sum Portugal og Svøríki spældu 0-0 í einum dysti, har svenska verjan stóð væl.
Svenskarar kunnu kortini vera betur nøgdir enn portugisar, sum nú bert hava seks stig fyri fimm dystir í HM-undankappingarbólki 1, meðan Danmark hevur 10 stig fyri fýra dystir.
Søren Larsen skoraði tvey mál fyri Danmark tíðliga í dystinum, men so gekk long tíð, áðrenn Danmark aftur skoraði. Carsten Werge og Per Frimann hjá Viasat vóru samdir um, at hetta var keðiligasti undankappingdystur, teir høvdu dekkað.
Stutt undan leikloki spældi Jonas Borring Morten Nordstrand leysan, sum skoraði til endaliga úrslitið 3-0 til Danmark.
Finnland, sum stillaði við sjey spælarum oman fyri 30 ára aldur, vann ein góðan 2-0 sigur á Wales í Cardiff í undankappingarbólki 4. Jonatan Johansson og Shefki Kuqi skoraðu finsku málini.