Oddabrakið í innleiðandi HM bólki D verður í kvøld. Talan er um dyst millum grannalondini, sum hava verið í mongum leikum saman, Danmark og Noreg. Danmark er á odda í bólkinum við 8 stigum, og Noreg er nr. 2 við 6 stigum. Bæði stigini, sum liðini spæla um í kvøld hava stóran týdning. Vinnarin tekur stigini við sær í millumumfarið. Alexander Bruchmann hjá Noregi hevur havt ilt í hælsinuni undir allari HM kappingini. Norski landsliðsvenjarin hevur tí innkallað Christoffer Rambo at møta, sum mann nr. 16 í Kroatia. Og líkt er til, at hann verður partur av norska liðnum í kvøld.
Danir stuttleika sær við, at teir kanska skulu møta einum Rambo, men annars heldur danski venjarin, Ulrik Wilbek kortini tætt inn at sær. Wilbek vil ikki kunngera nøvnina á teimum, sum verða við til at manna danska liðið, fyrr enn ein tíma áðrenn dysturin byrjar.
Svøríki, sum hevur 8 stig í bólki B, skal eisini spæla eitt oddabrak ímóti Kroatia - sum eisini hevur 8 stig - í kvøld kl. 19.30. Vertslandið, Kroatia hevur spælt eitt sálarligt spæl ímóti Svøríki, við at senda ein njósnara til venjingina hjá svenska liðnum. Og í kvøld fara túsindtals kroatiskir áskoðarar at leggja trýst á tað unga svenska liðið. Eisini í hesum dystinum hava stigini týdning í tí komandi millumumfarinum.