Norðurlendskt seminar fyri teknmálstulkar

Fríggjadagin byrjar norðurlendskt seminar fyri tekn¬málstulkar á Gjáargarði við Gjógv. Skeiðið heldur fram til mánadagin. Evnið er “Relations”. Á seminarinum luttaka 51 teknmálstulkar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Føroyum. Tað eru teir báðir føroysku tulkarnir Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen saman við starvsfeløgum úr hinum norðurlondunum, sum skipa fyri seminarinum.

Hetta er 5. ferð at skipað verður fyri norðurlendskum seminari í hesum høpi, og er hetta fyrstu ferð, at Føroyar er vertsland.

Endamálið við seminarinum er umframt samstarv um fakið tulking, sparring tvørturum landamørk og íblástur til dagliga virki, eisini at varpa ljós á okkara deyvu borgarar, teknmál, teknmálstulking og menning av teknmáli í Føroyum. Á seminarinum verða fyrilestrar hildnir um serlig øki t.d. fjartulking, og í hesum sambandi er fyrilestrarhaldarin staddur í Ørebro í Svøríki, og gjøgnum serligt forrit verður fyrilesturin vístur beinleiðis á stórskíggja á Gjáargarði.