Norðurlendskt summarskeið á Føroyamálsdeildini

Á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum skipa tey í hesum døgum fyri summarskeiði í Føroyskum máli og bókmentum fyri norðurlendskar studentar.

Hesi skeiðini hava verið hildin í meira enn 30 ár í teimum ymisku
Norðurlondunum. Tað er Nordisk Ministerråd, sum játtar pening til hesi skeið.
Luttakararnir á skeiðunum læra um málið í landinum, um bókmentir og
mentanina.

Fyrr vóru hesi skeiðini annaðhvørt ár, men vónað verður, at tey í framtíðini kunnu vera hvørt ár. Í ár byrjaði skeiðið 2. juni og endar 25. juni. Yvir 300 norðurlendskir studentar luttaka hvørt ár á hesum skeiðum. 27 luttakarar eru á skeiðinum í Føroyum í ár.

Skeiðsleiðari er Jógvan í Lon Jacobsen.