Norðurlond skulu síggja sjónvarpstilfar hjá hvørjum øðrum

- Tað hevði verið ein stórur fyrimunur, sigur Rigmor Dam, sum hevur verið á fundi hjá Norðurlandaráðnum í vikuni

Í vikuni hevur ársfundur hjá Norðurlandaráðnum verið í Oslo, har fleiri føroyingar vóru til staðar bæði í mentanarligum og politiskum samanhangi. 

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum var ein teirra, og hon luttók til fundir millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar og við mentanarnevndina í Norðurlandaráðnum. Hon var talskvinna vegna ráðharrarnar um fyribrigdið "Geoblokking", ið snýr seg um, at bert heimlondini síggja tilfarið, sum almennu kringvørpini í ymsu londunum leggja út á netið. 

 

- Tað er breitt ynski úr øllum Norðurlondum, at vit skulu sleppa framat tilfari frá hvørjum øðrum. Ráðharraráðið hevur sett eina kanning í verk, sum skal lýsa støðuna viðvíkjandi upphavsrætti og øðrum, og skal so koma við tilmælum um, hvussu vit kunnu røkka ynskinum um at avtaka geoblokkingina í Norðurlondum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.

 

Vit kenna øll hesa forðingina, tá vit leita eftir tilfari á heimasíðum hjá norðurlendskum public-service støðunum, at eini boð koma fram um, at tilfarið er ikki tøkt í útlandinum.

 

- Tað hevði verið ein stórur fyrimunur, um vit øll fingu atgongd til alt tilfarið hjá hvørjum øðrum, so vit í Norðurlondum, sum framleiða so nógvar dygdargóðar sendingar, kunnu njóta alt tað norðurlendska tilfarið. Tað styrkir sambandið og málfatanina fyri málunum hjá hvørjum øðrum, at vit øll fáa tílíka atgongd, sigur landsstýriskvinnan.