Norðmaður vann 147 milliónir norskar krónur

- Hetta skal ikki vera møguligt. Tað er heilt fantastiskt, segði hepni maðurin ovfarin, tá Norsk Tipping ringdi til hansara.

Ein heppin norðmaður av vesturlandinum vann í dag 147 milliónir norskar krónur í Vikinglotto. 

 

Norska krónan er lág, og í okkara peningi geva 147 milliónir stívliga 94,3 danskar ella føroyskar milliónir krónur.

 

- Hetta skal ikki vera møguligt. Tað er heilt fantastiskt, segði hepni maðurin ovfarin, tá Norsk Tipping ringdi til hansara.

 

Norðmaðurin sigur, at hann fer at brúka páskirnar til at hugsa um, hvussu ein partur av pengunum skulu brúkast.

 

Hetta skriva norskir miðlar í kvøld.