Norðoya Sparikassi lækkar sethúsarentuna

Samstundis lækkar ískoytið á realkredittlánum, og 1. august lækka ávísar innlánsrentur.

Við gildi frá í dag, 20. juni, lækkar Norðoya Sparikassi lægstu sethúsarentuna 0,3 %-stig niður í 3,65 %. Samstundis lækkar ískoytið á realkredittlánum 0,2 %-stig og verður eftir lækkingina frá 1,5 %.

 

Lægsta rentan á billánum lækkar eisini og verður frá 4,5 %. 

 

Norðoya Sparikassi boðar samstudis frá, at við gildi frá 1. august 2014 lækka ávísar innlánsrentur við upp til 0,1 %-stig. Sparikassin sigur, at lækkingin stendst av broytingum á føroyska og danska fíggjarmarknaðinum.