Fakligt Forum fyri Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar FÁ6 undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur júst havt vitjan av norðurlendsku samstarvsfeløgum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi.
Tað er Ledernes Netverk i Norden, LNN, sum er ein felagsskapur fyri allar leiðarar innan sjúkrarøkt í Norðurlondum. Høvuðsendamálið við vitjanini er, at fyrireika ráðstevnur, sum verða hildnar annaðhvørt ár í einum av limalondunum og samstundis at netverka.
Næsta ár verður ráðstevnan í Íslandi.
Vitja varð í Klaksvík mikudagin, har Klaksvíkar Býráð eisini var vertur við eini máltíð.
Túrurin endaði í Havn hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.