Fýra smáar vikur eru til noðrmenn skulu á val at velja nýtt Stórting. Seinastu fýra árini hava Høgra (H) og Framburðsflokkurin (FRP) sitið í minnilutastjórn, stuðlaðir av Vinstra (V) og Kristiliga Fólkaflokkinum (KRF). Seinastu mongu vikurnar hevur verið líkt til, at ein nýggj reyð ella møguliga reyð-grøn stjórn fór at taka við í Noregi, men seinastu vikurnar er undirtøkan hjá serliga norska Javnaðarflokkinum (AP) dalað nógv og fyri fyrstu ferð í valstríðnum hevur norski Javnaðarflokkurin ikki møguleika at skipa stjórn sambært veljarakanningunum.
Undirtøkan hjá Arbeiðaraflokkinum, norska javnaðarflokkinum, er 27,1 prosent í seinastu kanningini, sum Norstat hevur gjørt fyri NRK og bleiv almannakunngjørd í dag. Tað er ein afturgongd á 5,9 prosentstig síðani seinastu kanning hjá NRK og upp á 3,7 prosentstig í mun til valúrslitið í 2013.
Hóast Ap er størsti flokkur, so hevur hann ikki grundarlag fyri at skipa stjórn, sambært kanningini. Norski bóndaflokkurin, Senterpartiet, sum seinastu árini hevur stuðlað AP, sær út til at fáa eitt gott val í mun til seinasta val, men eisini teirra undirtøka er dalandi. Nýggjasta kanningin gevur flokkinum 9,2% av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 2,4 prosentstig síðani kanningina í juni, men kortini ein framgongd á 3,7 prosentstig í mun til valið í 2013.
Sosialistiski vinstraflokkurin fær kortini eina framgongd, bæði í mun til valið og seinastu kanningina. Hann fær 5,5 prosent, sum er 0,9 prosentstig meiri enn í juni og 1,4 prosentstig meiri enn á valinum í 2013.
Størst orsøk til at gleðast hava tó Framburðsflokkurin, FRP, og Umhvørvisflokkurin Tey Grønu (MDG). FRP fær 16,7 prosent, sum er 2,7 prosentstig meiri enn í juni og 0,4 prosentstig meiri enn í 2013. MDG fáa í veljarakanningini 4,6 prosentstig og síggja út til at koma upp um sperrumarkið, sum er fýra prosent í Noregi. Framgongdin síðani juni er 1,8 prosentstig og eisini 1,8 prosentstig síðani valið í 2013. Um val var í dag hevði flokkurin fingið átta tinglimir í mun til tann einsamalla, sum teir hava nú.
Smáu flokkarnir á høgraveinginum, Vinstra og Kristiligi Fólkaflokkurin, hava báðir framgongd, á ávikavist 0,5 og 0,6 prosentstig í mun til kanningina í juni, men kortini afturgongd í mun til seinasta val. Vinstra liggur einans til at fáa 3,9 prosent, sum er ein afturgongd á 1,3 prosentstig, meðan KRF hevur eina afturgongd á 0,6 prosentstig í mun til valið.
Tað eru einans tvær møguligar samgongur sum høvdu fingið meiriluta í dag – Høgra, FRP, Vinstra og KRF og AP, SV, SP, MdG og KRF. Nógv bendir tí á, at Erna Solberg verður verandi forsætisráðharri í Noregi, men møguliga má stjórnarkabalin leggjast av nýggjum.