Noreg má klára seg uttan Erling Haaland

Noreg hevur sera torføran EM-undankappingardyst móti Spania á útivølli komandi leygarkvøld

Við Erling Haaland á vøllinum hildu norðmenn seg hava ein møguleika móti Spania í útidystinum í bólki A í EM-undankappingini komandi leygarkvøld.

 

Men tann møguleikin er nú munandi skerdur, tí Erling Haaland stríðist við ein skaða í lærkrikanum, ið hann fekk í FA Cup fjórðingsfinaluni móti Burnley farna vikuskiftið.

 

Læknarnir hjá norska landsliðnum hava í samráði við Manchester City tikið avgerð um, at frægast er, at Erling Haaland fer heim til Manchester at fáa viðgerð fyri skaðan.

 

Norski landsliðsvenjarin, Ståle Solbakken roynir at niðurtóna týdningin av, at Erling Haaland ikki verður tøkur til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Georgia á útivølli.

 

Í norsku miðlunum er tó eingin ivi um, at talan er um eitt stórt afturstig fyri Noreg.