Noreg tapti EM-dystin í bólki A ímóti Kroatia 23-25. Kroatia var á odda 11-10 í steðginum.
Noreg og málverjin, Steinar Ege, byrjaðu væl, og var Noreg á odda 3-1, tá 10 minuttir vóru farnir. Men tá 20 minuttir vóru farnir, kom Kroatia á odda 7-6.
Løgdu seg á odda
Kroatia økti til 15-12 tíðliga í seinna hálvleiki, men so kom besta løtan hjá norðmonnum, tá liðið vendi 12-15 til eina 16-15 leiðslu. Men tá norska liðið hevði minst brúk tí, fyri fekk Kjetil Strand eina útvísing, og Kroatia megnaði at gagnnýta yvirtalsstøðuna.
Noreg stríddist væl, men Kroatia var omaná við tveimum málum, tá alt var liðugt.
Håvard Tveten gjørdist toppskjútti hjá Noregi við níggju málum. Erland Mamelund fekk fýra, meðan Kjetil Strand og Frank Løke fingu trý mál í part.
Russland vann 37-33 ímóti Ukraini, so nú er longu talan um mótbrekku hjá Noregi. Hósdagin klokkan 19.10 spælir Noreg ímóti Russlandi.