Noreg vann tríggjar sigrar undan HM-endaspælinum

Í annaðkvøld spælir Noreg fyrsta dystin í HM-endaspælinum móti Noregi

Nora Mørk er millum stóru stjørnurnar hjá Noregi

Í annaðkvøld byrjar HM í hondbólti hjá kvinnum. Kappingin verður avgreidd í Danmark, Noregi og í Svøríki. 

 

Verandi HM og EM-vinnarin, Noreg er í bólki saman við Eysturríki, Suðurkorea og Grønlandi.

 

Í annaðkvøld klokkan 19.30 spælir Noreg móti Grønlandi í DNB Arena høllini í Stavanger. 

 

Noreg hitaði upp til HM-endaspælið við at vinna tríggjar dystir í kappingini Posten Cup í farnu viku.

 

Noreg vann í tí fyrsta dystinum 32-24 (16-14) á Angola. Í øðrum dystinum vann Noreg 31-21 (20-8) á Íslandi, og í tí triðja dystinum vann Noreg 27-25 (15-10) á Pólandi.

 

Norski HM-hópurin: 

 

 

 

Málverjar:Katrine Lunde, Marie Davidsen, Olivia Lykke Nygaard, Eli Marie Raasok
Bakkar:Stine Oftedal, Henny Reistad, Kristine Breistøl, Ingvild Bakkerud, Thale Rushfeldt Deila, Stine Skogrand, Nora Mørk, Kristina Sirum Novak, Maja Furu Sæteren
Vengur:Camilla Herrem, Sanna Solberg-Isaksen, Emilie Hovden
Strikuspælarar: Maren Nyland Aardahl, Kari Brattset Dale, Vilde Ingstad

 

 

 

Nora Mørk er millum stóru stjørnurnar hjá Noregi