- Føroyskar manningar, sum sigla við norskum skipum, kunnu vænta sær ein stóran skattavøkstur. Føroyskir myndugleikar vilja líkastilla hesi sjófólk við tey, sum sigla við føroyskum skipum.
Soleiðis skrivar www.kystmagasinet.no um dagarnar.
Sagt verður, at fleiri norsk feløg hava sent bræv til føroyskar myndugleikar og hava eggjað myndugleikunum her heima til at broyta uppskotið.
- Skattabroytingin kann fáa stórar avleiðingar fyri føroyingar, sum arbeiða í Noregi. Tað eru nógv føroysk sjófólk, sum sigla í Noregi. Soleiðis fær skattauppskotið eisini avleiðingar fyri norsk reiðarí.
Tað er norska felagið, Fiskebåt, sum úttalar seg til norska miðilin.
Men, umframt Fiskebåt, eru tað fleiri norsk feløg, Kystrederiene, Norsk Sjømannsforbund, Norsk Sjøoffiserforbund og Det Norske Maskinistforbund, sum í brævi hava vent sær til føroyskar myndugleikar.
Sagt verður, at uppskotið hjá føroyskum myndugleikum leggur upp til ein minimunsskatt á 35 prosent, avmarkar møguleikarnar fyri frádrøgum og broytingum í sosialum ískoytum.
Vandi er eisini fyri dupultskatti.
Hetta fer at føra til, siga norsku feløgini, at tað verður minni attraktivt hjá føroyingum at sigla við norskum skipum.
- Vit eru tískil órógvað um, hvørjar fylgjur slíkar broytingar kunnu hava við sær, siga norsku feløgini.
Sambært www.kystmagasinet.no hava norsku feløgini eisini heitt á norskar myndugleikar um at kanna eftir, hvørt ætlaninar hjá føroyskum myndugleikum kunnu vera brot á norðurlendsku skattaavtaluna.