Tann 6. juli skal nýggi bygningurin hjá Føroya Tele uppi í Hoyvík eftir ætlan standa innilokaður. Føroye Tele og byggifelagið MT Højgaard hava gjørt avtalu við Smyril Line um flutning av øllum elementunum, sum verða framleidd av Elkobyg i Hobro.
Tey 500 elementini, sum tilsamans viga 3000 tons, verða flutt í seks umførum við Norrønu. Hvønn mánamorgun kemur ein nýggj sending við elementum úr Danmark. Mánamorgunin vórðu umleið 600 tons av elementum skipað í land í Havn.
? Nýggja skipið ger tað lættari hjá okkum at planleggja okkara arbeiði, soleiðis sum vit ynskja tað. Vit fáa flutt júst so nógv element, sum okkum lystir, sigur Jóannes Niclasen, verkfrøðingur hjá MT Højgaard.
Elementini mugu flytast standandi, tí tey tola ikki at liggja niðri, meðan siglt verður. Tey verða sett í serligar kassettir, har tey standa heilt frá verksmiðjuni í Hobro til byggiplássið í Hoyvík. Elementini verða koyrd í land við einum serligum trailara.
? Tað, sum er umráðandi hjá okkum, er, at elementini skulu nertast so lítið sum gjørligt. Við hesum flutningsháttinum er møguleikin fyri skaðum munandi minni, og nógvir pengar eru at spara, men vit hugsa fyrst og fremst um trygd og tíð, sigur Jóannes Niclasen. Áður vórðu elementini nortin átta ferðir á eini slíkari ferð, men nú er hetta minkað til tvær ferðir.
Neyðugt er at fáa serkønar montørar úr Danmark at seta elementini upp, og teir fara til verka mikudagin.
Claire hjálpir framvegis til
Í fjør var tað neyðugt hjá Smyril Line at leiga farmaskipið Claire fyri at nøkta eftirspurningin av flutningi. Hóast nýggja Norrøna hevur nógv størri kapasitet, fer Claire framvegis at flyta farm fyri Smyril Line í summar.
? Nýggja Norrøna hevur stóran týdning fyri farmaflutningin til og úr Føroyum, og gevur vinnuni nógv størri møguleikar at leggja sítt arbeiði til rættis. Bara niðara dekkið er dupult so stórt sum gamla Norrøna tilsamans, sigur Jónfinn Simonsen, ið er leiðari á farmadeildini hjá Smyril Line. Pláss er fyri 60 trailarum og 500 persónbilum umborð.
Hóast Smyril Line hevur latið byggjað eitt skip fyri 700 milliónir krónur, so er eftirspurningurin so stórur, at tað ikki altíð eydnast at gera øllum til vildar.