Norrøna komin aftur sigling

Meðan hon hevur verið í dokk, hevur skipið fingið nýggja og sera framkomna eldsløkkiskipan til elbilar

Í morgun kom Norrøna á Havnina úr Hanstholm.

Norrøna hevur verið í dokk á Lindø í Danmark síðani á jólum. Hon er nú aftur í sigling millum Føroyar og Danmark og kom í morgun av fyrsta túrinum úr Hirtshals, haðani hon fór leygardagin.

Fram til 20. mars verður bara siglt millum Danmark og Føroyar – og eftir 20. mars verður eisini siglt til Íslands. Hon fer aftur til Hirtshals hóskvøldið.

Við Sosialin um vikuskiftið sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line, at meðan skipið hevur verið í dokk hava tey bøtt um trygdina við eitt nú sløkkiútgerð til elbilar. Hann sigur, at tað hann veit, er tað einki annað ferðafólkaskip í heiminum enn Norrøna, sum hevur eina slíka skipan. 

Tað er ein heilt nýggj skipan, sum tey nú hava installerað umborð á Norrønu í hesum døgum. Tað er ein skipan við saltvatni, sum kann kølast heilt niður á 21 kuldastig. 

Tað merkir, at kemur eldur í ein elbil, kann hann, upp á onga tíð fyllast við saltvatni, sum er minus 21 stig.

– Tað er ein skipan, vit hava roynt í verki, og úrslitið av teimum royndunum er, at tað er nokk til at sløkkja eldin í einum elbili, sigur Jens Meinhard Rasmussen í eini longri samrøðu við Sosialin, sum nú er at fáa í leysasølu kring landið – og sum eisini kann lesast á sos.fo