Tíðindaskriv
Leygarkvøldið kl 19 verður konsert í Gøtu Kirkju við norska kórinum »Levanger Blandakor« og Felagskórinum Gøta/Leirvík. Norska kórið fer fyrst og fremst at framføra sítt egna program, men tey fara eisini at royna seg saman við Felagskórin-um Gøta/Leirvík, tí kórini bæði fara at framføra eitt føroyskt og eitt norskt lag saman.
Kórið úr Levanger varð stovnað í 1978 og hevur soleiðis 26 ár á baki. Ein av stovnarunum var Per Anker Johansen, og hann hevur verið kórleiðari øll árini. Eisini eru tað nakrir av sangarunum, ið hava verið við alla tíðina. Dagliga heldur kórið til í »Musikkens Hus« í Levanger.
Kórið hevur alla tíðina ment seg bæði í stødd og musikalskt. Við á ferðini ti Føroya verða 45 sangarar.
Kórið er mest kent fyri sína afturvendandi nýggjárskonsert í Levanger Kirkju og fyri at skipa fyri »Syngið við kvøldum«, m.a. á Levanger Brygge. Kórið hevur harumframt framført operettur og musikalar, har tey millum annað hava arbeitt saman við brøðrunum Kåre og Harald Bjørkøy.
Gøtufólk og onnur sangglað kunnu aftur gleða til eina forkunnuga konsert í Gøtu Kirkju.