Bóndin í Kirkjubø, Jóannes Patursson, hevði í farnu viku forvitnisliga vitjan av norskari kvinnu, sum saman við øðrum bjóðar seg at geva bæði tekju til Múrin og eftirlíkningar av kirkjubøstólunum til Jóannes Patursson, bónda, til ognar.
Marta Hoftunn úr Noregi hevði longu í 2001 skipað so fyri, at fleiri norskir skógeigarar bjóðaðu seg til at geva tilfar til eina møguliga komandi tekju yvir Kirkjubømúrin. Hetta tilboðið sendi hon til Jóannes Patursson, men hann sendi takkarbræv aftur, har hann mátti siga nei takk til tilboðið, tí ætlanirnar at endurbyggja Dómkirkjuna vóru avvístar av bæði Fornminnissavninum og politisku mynduleikunum.
Nú er norska kvinnan í Føroyum og ferðast og við sær í viðførinum hevur hon eitt nýtt tilboð til Kirkjubøbóndan.
- Vit vilja sera fegin geva bóndafamiljuni kopi av øllum Kirkjubøstólunum sum gávu. Ein skógeigari, hevur bjóða allan tann neyðuga viðin. Og hann vil eisini gjalda einum sera hegniðum træskerara úr Litavia at búgva hjá sær, meðan arbeiði fer framm. Lønina til træskeraran hava vit eisini fingið stuðlar til.
Bóndin fegnast um tilboði. Hann hevði umhugsað at søkt fyritøkur og feløg um stuðul til at gera eftirlíkningar av kirkjubøstólunum, so tey mongu vitjandi eisini hava møguleika at síggja, hvussu stólarnir síggja út í Kirkjubø. Gávan passar tí væl inn í hansara ætlanir.
- Men eg eri noyddur at hugsa meg væl um. Alt sum skal gerast í Kirkjubø má góðkennast á hægri stað. Og tá tað kemur til Kirkjubøstólarnir er støðan kanska serliga fløkt. Nú eru upprunaligu stólarnir komnir til Føroya, men teir standa í kjallaranum í Fornminnissavninum. Ikki er greitt, hvat framtíðarætlanirnar eru, men eg má vera varin, so eg ikki geri nakað, sum kann skaða útlitini fyri, at teir koma aftur til Kirkjubøar.
- Sjálvandi hevði tað verið fantastiskt, at havt eintøk av stólunum her. Teir kundu tildømis hingið á vegginum í sóknarkirkjuni, har teir stóðu í nøkur ár. Ella teir kundu verið brúktir í einum tekjaðum Múrið, só fólk sóu teir í tí umhvørvi, har teir upprunaliga hoyrdu heima.
Patursson familjan stóran týdning
Í 2000 var Marta Hoftun í Føroyum saman við millum øðrum formanninum í norsk-føroyska felagnum, Gunnar Larne. Eitt av støðunum, sum tey vitjaðu var Kirkjubøur. Tá stóð Múrurin berur.
- Eg helt tað vera ov galið, at onki tak var sett omanyvir fyri í minsta lagi at verja múrin. Eftir at eg var komin heim aftur til Noregs, setti eg meg í samband við skilfólk, sum eiga stór skógarøki. Og tey vildu fegin geva tilfar til tak sum gávu til føroyska fólki.
- Nógvir normenn kenna føroyingar sum sítt bróðurfólk og vilja gjarna hjálpa. Tí sendu vit tilboðið um tak til ’Magnus Katedralen’, sigur norska kvinnan.
Í Føroyum verða leivdirnar í Kirkjubø bara kallaður Múrurin, men í útlendskum faldarum og heimasíðum, verður ofta tosa um Magnus Katedralen.
- Í dag er breið semja um, at Múrurin hevur staðið liguður sum Dómkirkja, sigur bóndin í Kirkjubø, Jóannes Patursson. – Hildið verður, at takið varð tikið niður í seinnu helvt av 1500 talinum, tá Kongur yvirtók Kirkjuna eftir trúbótina. Hetta var vanlig framferð aðrastaðni.
Jóannes Patursson heldur, at Koldinghus kundi verið brúkt sum fyrimynd fyri eini endurbyggjan, sum eisini var ein varðveitan av fornminninum.
- Sagt verður at Múrurin skal verjast og ikki brúkast, men fólk eru inni har hvønn dag, so í roynd og veru verður hann brúktur.
Marta Hoftun hevur stóra virðing fyri Patursson familjuni í Kirkjubø. Hon heldur, at tey hava stóran part av æruni av, at virðini í Kirkjubø eru so væl vard, sum tey eru.
- Um vit hyggja at søguni, so er tað tey, sum hava búð her, sum hava roynst best fyri staðið. Og um tey ikki høvdu verið so sterk, so hevði alt verið fornleivdir í dag, sigur norska kvinnan.
Gomlu bóndahúsini eru friðað, men Jóannes Patursson býr har saman við familju síni. Tey hava valt at leggja alla orku í ferðavinnuna, og Kirkjubøur er eitt sterkt brand.
- Vit hava vitjandi hvønn dag. Og mánadag og hósdag, tá Norrønna leggur at í Føroyum, er altíð fult av fólki.
- Vit fáa ongan almennan stuðul. Tað einasta vit kunnu søkja stuðul til er 20 prosent av umvælingunum. Viðlíkahaldið annars gjalda vit sjálvi. Men samstundis sum vit ikki eru alment stuðlað, so verður ikki dámt at vit gera nakað við vinningi fyri eyga.
Norska kvinnan, Marta Hoftun, var í Kirkjubø við ein av mongu ferðaløgunum henda hósdagin. Sama dag fór hon víðari til Noregs.
- Allar avtalur um bæði tak og stólar eru upp á pláss. So nú er bert upp til bóndan og føroysku mynduleikarnir at finna út av, hvat tey ynskja.