Ein norsk krónan er í dag bara 57 oyru verd. Seinasta samdøgrið er norska krónan kollapsað sum úrslit av serligu umstøðunum á gjaldoyramarknaðinum.
Norski miðbankin skrivar í tíðindaskrivi, at hann umhugsar at leggja uppí fyri at styrkja krónuna.
Norska krónan er í ár fallin við einum triðingi.
Nógv lækkandi oljuprísurin hevur eisini ávirkan á fallið hjá norsku krónuni. Men koronakreppan ger eisini sítt.
Óttin fyri at smitta við koronavirus hevur fingið nógv lond til at steðga øllum samfelagnum.
Tað hevur ført til, at eftirspurningurin eftir olju er munandi fallin.
– Talan er um eitt fullkomið kollaps. Krónan viknar øgiliga nógv. Júst sum vit hildu, at hon ikki kundi vikna meira, verður hon enn veikari, sigur Joachim Bernhardsen, sum er greinari í Nordea Markets við NRK.
Miðbankin – Noreges Bank – kallar tað eisini eina serliga støðu.
– Seinastu dagarnar hevur tað verið ein serlig støða fyri norsku krónuna, og rørslurnar á gjaldoyramarknaðinum hava verið søguliga stórar, skrivar bankin.
/ritzau/